Fara beint í efni
Keyp tær ta nýggju seingina, madrassuna, dýnuna og mangt annað her.

Vit sova ein triðing av lívinum. Og í Skemmuni vita vit, at skalt tú liva væl, so skalt tú sova væl. Men vit eru øll ymisk. Og tí hava vit eitt risastórt, og fjølbroytt úrval av seingjum, madrassum og møblum til kamari, ið megnar at lúka allar ymiskar tørvir, og krøv.

Við meiri enn 30 ára royndum eru vit til reiðar til at finna tær júst tað, sum tær tørvar. Um tú ikki heilt veitst hvat tað er, ið tær vantar, so er bara at koma oman í Skemmuna, og fáa tær eitt prát við okkara dugnaligu, og serkønu starvsfólk.

Eisini kanst tú skrulla teg ígjøgnum okkara talgildu vegleiðing, sum beinir teg beint fram á júst ta seingina, madrassuna, dýnuna, koddan ella lakið, ið tær tørvar beint her.