Fara beint í efni

Samband


Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
RIng til okkara á tel. +298 555888, ella skriva okkum eini boð á jysk@jysk.fo ella facebook síðu okkara.

Vøruflutningur


Í Jysk kanst tú fáa vøruna koyrda beint til dyrnar. Tað er bara at siga okkum frá, og so orðna vit rest.

Vit bera vøru út kring alt landið - eisini til útoyggjar.

Bílegg vøru


Er vøran, tú vil hava, ikki á goymslu, kanst tú skrivast upp til hana.

Sig okkum frá, og so seta vit teg á bíðilista. Tá vøra tín er komin heim, boða vit tær frá hesum umvegis SMS boð.

Umbýtisrættur


Tær flestu vørurnar kunnu býtast um aftur, um tær ikki hava skaða, og eru í upprunaliga pakninginum.

Kvittan skal vísast við umbýtið.

Greiðsluhættir


Í Jysk kanst tú rinda við gjaldskorti, Havnarkorti og við reiðum donskum krónum. Kvittast kann sjálvandi við galdandi gávukorti- ella tilgóðarseðli úr Jysk. Eftir avtalu kanst tú eisini flyta okkum gjaldið, umvegis netbanka tín.

Gávukort


Gávukortið til Jysk er ein góð, hent og løtt gáva. Tað er bara at biðja um eitt í handlinum, siga okkum upphæddina og so fært tú gávukortið í hondina.