Fara beint í efni

Í Skemmuni kanst tú fáa vøruna koyrda beint til dyrnar. Tað er bara at siga okkum frá, og so orðna vit rest.

Tað er ikki altíð, at alt passar heim við í bilinum hjá tær. Og tí bjóða vit tær, at koyra vøruna út fyri teg. Tað er bara at siga okkum frá, og so orðna vit rest. Vit koyra vøru út kring alt landið - eisini til útoyggjar.

Skemman samstarvar við ymisk flutningsfeløg, um at koyra tær vøruna heim til tín. Sostatt keypir tú tær eitt pláss umborð á lastini hjá eini aðrari fyritøku, táið tú rindir flutningin.

Kostnaðurin á útkoyringini verður roknaður eftir prísinum vøruni, sum skal flytast, og hvar í landinum hon skal. Tó er ein lægsti- og hægsti prísur á flutningsgjaldinum.

Útkoyringin kostar:

VørukostnaðurSuðurstreymurRestin av landinum
2000 kr165 kr250 kr
2500 kr210 kr250 kr
3000 kr245 kr300 kr
3500 kr285 kr350 kr
4000 kr325 kr400 kr
4500 kr370 kr450 kr
5000 kr410 kr500 kr
5500 kr450 kr550 kr
6000 kr500 kr600 kr
6500 kr500 kr650 kr
7000 kr500 kr700 kr
7500 kr500 kr750 kr
Hægsti prísur500 kr750 kr

Flutningsdagarnir eru ymiskir úr oyggj í oyggj. Vit leggja okkum altíð eftir, at vøran verður flutt til tín, sum skjótast til ber.

Er vørubilurin farin avstað, táið tú bíleggur útkoyringina, so verður tín vøra send avstað við næsta túrinum. Ongin útkoyring er um vikuskiftini.

Vøra til Eysturoyar, Vágarnar og Suðuroynna verður pakkað dagin áðrenn sjálva flutningsdagin. Tí ber ikki til at fáa vøruna koyrda út á hesi økini tann sama dagin, sum tú hevur keypt vøruna.

Vøra verður flutt hesar dagarnar:

DagarMánadagTýsdagMikudagHósdagFríggjadag
SuðurstreymurXXXXX
EysturoyXXX
VágarnarXX
NorðoyggjarXXXX
SuðuroyXXX
SandoyRingjaum pláss

(Eitt X er sett á teir dagarnar, sum koyrt verður út)

Bilførarin ringir til tín, áðrenn hann er komin heim til tín, so tú nært at vera við hús, táið vøran kemur fram.