Fara beint í efni

Í Skemmuni eru allar keyptar vørur tryggjaðar. Tryggingarskeiðið er roknað frá keypsdegnum av. Tryggingarskeiðið er galdandi í 2 ár hjá stakkundum, og 1 ár hjá vinnukundum.

Tryggingin umfatar allar skaðar, brek og villur, sum vøran hevur, áðrenn hon verður keypt. Bagir vøruni nakað, táið tú keypir hana, hevur tú rætt til eina nýggja- ella umvælda vøru. Les annars keypilógina her.

Víðkað trygging

Skemman hevur víðkaða trygging á songum, madrassum og dýnum í PLUS, og GOLD góðsku. Víðkað trygging umfatar ikki vørur í BASIC góðsku.

Boksmadrassur:
  • - PLUS er tryggjað í 15 ár.
  • - GOLD er tryggjað í 25 ár.
Springmadrassur:
  • - PLUS er tryggjað í 15 ár.
  • - GOLD er tryggjað í 25 ár.
Skúmmadrassur:
  • - GOLD er tryggjað í 25 ár.
Kontinentalsengur:
  • - PLUS er tryggjað í 15 ár.
  • - GOLD er tryggjað í 25 ár.
Elevatiónssengur:
  • - PLUS er tryggjað í 15 ár.
  • - GOLD er tryggjað í 25 ár.
Dýnur :
  • - PLUS er tryggjað í 5 ár.
  • - GOLD er tryggjað í 10 ár.
Umbýtingarrættur

Tú kanst býta vøru um, ella lata vøru innaftur í Skemmuni, treytað av, at tú lýkur fylgjandi krøvunum:

  • At ikki meiri enn tólv dagar eru lidnir síðan keypsdagin,
  • At tú hevur kvittan við, sum vísir kostnað, og dato á keypsdegnum,
  • At vøran er keypt í P/F Skemmuni,
  • Og at vøran er óbrúkt, og pakkað í upprunapakninginum.

Ein tilgóðarseðil, sum kann brúkast í Skemmuni, verður útflýggjaður tær, um tú letur eina ella fleiri vørur innaftur, sum savnað hevur kostað meiri enn kr.100 DKK á keypsdegnum.

Útsølu- og sertilboðsvørur

Vøra, sum er keypt á útsølu, ella øðrum tilboði, kann ikki býtast um aftur, og peningur, ið er goldin fyri hana, verður ikki endurrindaður.

Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum

Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum í vøruskrá okkara. Hetta geldur tilboðsbløð-, lýsingar- og heimasíðu Skemmunnar. Kemur prísvilla fyri, rætta vit hetta skjótast gjørligt.