Fara beint í efni
1. Um Skemmuna
  • - V-tal: 370797
  • - Staravegur 7,
  • - 110 Tórshavn,
  • - Tlf: 555888
  • - T-postur: skemman@skemman.fo
  • - Skrásetingarnummar: 1018
2. Umbýtingar- og innlatingarrættur
  • - Umbýtingar- og innlatingarrætturin geldur 14 dagar,
  • - Kvittan á vøruna er ein treyt,
  • - Vøran skal ikki hava verið opnað, óbrúkt og ikki hava skaða á sær.
Kann ikki latast innaftur:
  • - Teppi og pútur, sum er latnar úr pakninginum.
  • - Skorin meturvøra.
  • - Útsølu- ella sýnisvøra.
  • - Løsta vøra.

Virðið á innaftur latnu vøruni verður endurfíggjað við einum tilgóðarseðli.

Kundin rindar flutningskostnað, sum standast av aftur innlatingini.

Keypilógin:

https://logir.fo/Lov/102-af-06-04-1906-om-Kob-som-senest-aendret-ved-lov-nr-147-af-4
3. GjaldsmøguleikarÍ Skemmuni kann rindast við:
  • - Gjalds- ella greiðslukorti.
  • - Reiðum peningi í donskum krónum (DKK)
  • - Bankaflyting eftir avtalu.
4. Trygging
  • - Er vøran tryggjað, er ein kvittan gildigt prógv um hetta.
  • - Hjá stakkundum eru vørur okkara tryggjaðar í tvey, roknað frá keypsdegnum av.
  • - Hjá vinnukundum eru vørur okkara tryggjaðar í eitt ár, roknað frá keypsdegnum av.
  • - Er tryggingin á vøruni galdandi longri enn tvey ár, er hetta frámerkt.
  • - Tryggingin umfatar ikki vanligt nýtsluslit.
  • - tryggingin tekur ikki við, um onnur enn starvsfólk í Skemmuni, hava nýtt kunnað nýtt vøruna.
  • - Tryggingin tekur ikki við, um vøran er til skaðakomin av skeivari- ella vánaligari handfaring.
  • - Vøruvillur skulu boðast Skemmuni frá sum skjótast, og meta vit síðani um málið. Vøruvillur kunnu fráboðast á skemman@skemman.fo ella á tlf. +298 555888.
  • - sí Keyps- og tryggingartreytirnar her.
5. Persónsupplýsingar og farspor
  • - Les um treytir og kor okkara viðvíkjandi viðferð av persónsupplýsingum og farsporum her.